Oyl.fo
Title
Oyggjaleikir
Description
Excerpted from the website:
- Oyggjaleikirnir á Rodos 2007 gjørdust serstakliga góðir fyri Føroyar.Vit gjørdust nummar trý í samanløgdu heiðursmerkjarøðini, og er hetta eins gott og besta føroyska úrslitið higartil, ið vit fingu á heimavølli í 1989. Okkara ítróttafólk vunnu 24 gull-, 19 silvur- og 12 bronsuheiðursmerki.Tak yvirlitið við føroysku heiðursmerkjunum niður her (44 kb pdf).Ítróttasamband Føroya takkar øllum ítróttafólkunum og leiðarum og venjarum teirra fyri stóra arbeiðið, tey løgdu í fyrireikingar til leikirnar og í leikirnar sjálvar.Avbjóðingarnar hava verið nógvar bæði undan leikunum, summi blivu skadd og náddu ikki málinum at luttaka, og á sjálvum leikunum við nógva hitanum, tilvildarligu fyriskipanini á Rodos og ymisku avbjóðingunum, ið stunga seg upp á leikunum.Men leikirnir á Rodos fara ivaleyst at liva leingi í minninum.Ein tøkk fer samstundis til ymsu stuðlarnar, ið hava gjørt luttøkuna á Rodos gjørliga, og til landsins myndugleikar, ið bæði hjálptu við stuðli, og vóru við til at mynda leikirnar við síni luttøku har.Eisini føroysku miðlarnir hava eina stóra tøkk uppiborna fyri sín leiklut í at gera leikirnar livandi fyri føroyska fólkinum.Tilfar um leikirnar er m.a. at finna á heimasíðunum www.oyggjaleikir.fo, www.rhodes2007.info, www.rhodesresults2007.com og www.islandgames.netEyguni verða nú vend móti næstu leikunum, ið verða í Álandi í døgunum 27. juni (ley.) til 4. juli (ley.) 2009.Heimasíðan hjá leikunum í Álandi er at finna her.
Languages
íslenska (Icelandic)
Additional Information
Related Domains
External Links
- Alexa: Oyl.fo
- WHOIS for Oyl.fo
